Nýggir bussar til Sp/f Gundurs Bussar

Sp/f Gundurs Bussar á Signabø hava fingið tveir nýggjar Volvo bussar til farleiðina millum Havnina, Kaldbak og Kollafjørð. Annar bussurin er uppbygdur í Finnlandi og hin í Danmark.

Bussfyritøkan á Signabø, Sp/f Gundurs Bussar, sum Gundur Johannesen eigur og rekur, hevur fingið tveir nýggjar bussar til farleiðina millum Havnina, Kaldbak og Kollafjørð. Tann eini bussurin er uppbygdur á Carrus verksmiðjuni í Finnlandi, talan er um ein 52 persóna luksusbuss. Motorurin er ein 6 syl. 12 litur og 420 hk við intercoolara. Hin er uppbygdur á Aabenraa Karosserifabrik í Danmark. Hesin bussurin hevur eisini 52 sitipláss, motorurin er 6 syl. 12 litur og 340 hk við intercoolara. Báðir bussarnir, ið eru 12 m langir, eru sera væl útgjørdir, teir hava manuel gir og eru bygdir upp sum rutubussar til koyring millum bygdir.