Nýggir bilar streyma út á vegirnar

Stórur vøkstur er í talinum á nýggjum bilum

Nýggj tøl frá Akstovuni vísa, at í ár hevur verið stórur vøkstur í talinum á skrásetingum av nýggjum persónbilum.

Frá januar til mai vóru 1012 nýggir persónbilar skrásettir. Tað eru 151 fleiri enn somu tíð í fjør. Vøksturin er næstan 18 prosent.

Bara í mai mánaði vóru 93 fleiri nýggir persónbilar skrásettir enn somu tíð í fjør. Hetta var næstan ein tvífalding samaborið við í fjør.

Talið á skrásetingum av nýggjum vøruvongum í ár er tað sama sum í fjør. 165 nýggir vøruvognar vórðu skrásettir frá januar til mai, og tað var ein færri enn somu tíð í fjør.