Nú er sikkurt, hvørjir dómararnir verða at síggja í komandi X Factor sending.
Tann danski framleiðarin Mich ?Cutfather? Hedin verður tann triði og síðsti X Factor-dómarin í komandi sesong, har han skal døma saman við Thomas Blachman og Pernille Rosendahl.
Cutfather, sum annars hevur arbeitt saman við fyrverandi dómarunum Remee og Soulshock, er ein av teimum mest framkomnu framleiðarum og sangskrivarum, ið Danmark eigur.
Hann hevur millum annað arbeitt saman við kendum stjørnum sum Kylie Minogue, Christina Aguilera, Shayne Ward, Pussycat Dolls, Blue, Westlife, Robyn og Pixie Lott. Og heili sjey ferðir hava hansara løg ligið ovast á enska hitlistanum, og fýra ferðir hevur hann verið í top 10 í US.