Einki er at ivast í, at klaksvíkingar eru spentir um, hvussu fer at gangast á Sevmýri sunnudagin. Við nýggjum manni við stýrisvølin verður kravið helst, at vánaliga gongdin skal vendast, soleiðis at talan ikki verður um fjórða ósigurin á rað.
Einasta ivamálið til dystin hesaferð er Leon Bjartalíð, sumk hevur havt ein skaða í fótinum. Hann hevur ikki fingið vant við fullari ferð í vikuni, men roknað varð tó við, at hann kann verða pjøssaður saman til dystin sunnudagin.
Hjá TB glapp vónin um ein sess í ólavsøkufinaluni, tá teir taptu fyri B71 kristi himmalferðardag. Í landskappingini hava teir tó staðið seg sera væl á heimavølli, og tí er einki at ivast í, at teir ætla sær øll stigini, nú KÍ kemur á vitjan.