Vencil kemur 5. oktober 2007 út við sínum triðja nummari og verður lagdur fram í Miðlahúsinum ein av komandi døgunum. Nærri verður lýst hvønn dagin í vikuni. Í sambandi við, at eitt nýskrivað kvæði er við í Vencili hesaferð, verður farið upp á gólv. Eisini fara høvundar at lesa upp úr útgávuni. Umframt nevnda kvæði eru eisini nýskjaldur, stuttsøgur, yrkingar og ritroyndir í Vencili hesaferð.
Føroysku høvundarnir
Av teimum føroysku uppruna prosa¬tekst¬un¬um kunnu nevnast ein ritroynd eftir Tórodd Poulsen, har hann greiðir frá sínum uppvøkstri í Havn, og hví hann yrkir, sum hann ger, og stuttsøgur eftir Sólrúna Michelsen, Sámal Kristian Jacobsen og Oddfríð Marna Rasmussen. Av skaldskapi á bundnum máli eru yrkingar eftir Hanus Kamban, Heðin M. Klein, Rannvá Skeel Johannesen og Katrina Reinert.
Týðingarnar
Kanska mest áhugaverdi týddi teksturin hesaferð er stuttsøgan ?Vár í øsku? eftir sýriska Zakariyya Tamer. Hetta er ein næstan surrealistisk stuttsøga, sum er týdd til føroyskt beinleiðis úr arabiskum, og sum í stíli minnir ikki sørt um hann hjá meistarum sum Voltaire og Kleist.
Tann kanska best umboðaði høvundurin í ritinum hesa ferð, er amerikanski Ron Padgett, sum hevur vitjað í Føroyum, og sum hevur bæði yrkingar og stutt-stuttsøgur við. Nakað heilt serligt er tað, at ta einu av longu yrkingum hansara, ?Heilt Øgiliga og ótrúliga órættvísið sum í verðini er?, hevur hann sjálvur sent inn til Vencil. Tað er Gunnar Hoydal, sum aftur hevur staðið fyri meistaraligu týðingini.