?Twilight: Eclipse?, sum er triði filmurin í Twilight røðini, er ávegis í biografarnar nú. Men filmurin hevur ikki fingið serliga góð skoðsmál frá ummælarum, tvørturímóti. ?Útvatnaður?, ?óinspirerandi? og ?sløsut? eru nøkur av lýsingarorðunum sum ummælarar nýta um nýggjasta vampýrfilmin. Men hóast vánaligu ummælini tykist semja vera um, at hetta uttan iva verður ein av ársins heilt stóru biografbaskarum, sum fer at tjena eina rúgvu.
Bæði bøkurnar og undanfarnu filmatiseringarnar hava hittað um allan heim, og ?Eclipse? verður neyvan nakað undantak í so máta.
Filmurin snýr seg um gentuna Bellu, sum forelskar seg í Edward, sum er vampýrur. Tað uppstendur tó eitt tríkantsdrama, tá Jacob, vinur Bellu, eisini forelskar seg í henni, og tað gerst enn fløktari, tá tað vísir seg, at Jacob gerst til ein yvirvaksnan úlv, ið er vandur at drepa vampýrar.
?Twilight: Eclipse? kemur eftir filmarnar ?Twilight? frá 2008 og ?Twilight: New Moon? frá 2009.