Nýggi tunnilin er ikki góður fyri hvalbingar - ella fyri aðrar føroyingar

Ætlanin má broytast, halda hvalbingar

Ætlanin, sum nú fyriliggur um at gera nýggjan Hvalbiartunnilin, er ikki ein góð loysn fyri Hvalbingar, og hon er heldur ikki góð fyri framtíðar samferðsluna.

 

Tað halda nakrir hvalbingar, sum nú vilja hava ætlanina broytta. Róin Schrøter, sum er talsmaður fyri teir, heldur, at nýggi Hvalbiartunnilin skal burtur úr stormi og hann skal liggja lægri enn hann nú ger.

 

Sum tað sæst á myndini, mæla teir heldur til at flyta tunnilin, soleiðis at hann verður longri, men aftur fyri kemur hann niður í 50 metra hædd trongisvágsmegin, og kemur sostatt niður um hálkumarkið. Tunnilsmunnin verður við viðarlundina og fellur væl í vegakervið og  framtíðarvegakervið í Trongisvági.

 

Hvalbiarmegin koma vit niður á 32 meta hædd og vit sleppa undan stormharða dalinum, og samstundis er tað lætt at gera einar 300 metrar av vindverju, so vandin fyri vindi at koyra til og frá komandi Suðuroyartunlinum. er burtur.

 

– Hvalbiartunnilin verður tunnilin, ið skal taka alla ferðslu til og frá einum komandi Suðuroyartunli. Metingar siga, at tað fara at koyra einir 300.000 bilar ígjøgnum hann um árið, umframt teir størri bilarnir. Allir teir bilarnir fara eisini at koyra ígjøgnum Hvalbiartunnilin.

 

– Við tí veksandi virksemi sum er bæði á Tvøroyri og í Vági, verður mett, at hetta tal hækkar, so at um tíggju ár fara minst 1000 bilar at koyra ígjøgnum tunnilin um dagin, sigur Róin Schrøter.

 

– Politikarar mugu hugsa um at tæna borgarunum, tá tunlar skulu gerast. Tá Suðuroyartunnilin kemur, er møguligt at búgva í Suðuroynni og arbeiða í miðstaðarøkinum, og okkara uppskot ger hetta møguligt -eisini mentalt- hjá fólki at ferðast.

 

– Aðrir fyrimunir við okkara uppskoti er at vit verja vit náttúruna. Endamálið er, at vit skulu vera grønari, tí er eisini umráðandi at sleppa frá hæddum, so útlátið minkar. Samstundis hava vit hugsað nógv um trygdini, nú vit mæla til at sleppa frá stormharða Dalinum.

 

Tey staðfesta eisini, at Hovstunnilin bleiv broyttur og lagdur øðrvísi enn ætlanin var, men tað hevur gjørt, at vit hava ongantíð tosað um, at hann skuldi verið lagdur aðrastaðni, enn hann er í dag og tað sama er galdandi við hesum uppskotinum, sigu Róin Schrøter.

 

– Hetta er ikki bert ein Hvalbiartunnil, men ein tunnil, sum í framtíðini skal taka alla ferðslu til og frá Suðuroyartunlinum, so hesin tunnilin ávirkar ikki bara okkum allar Suðuroyingar, men eisini allar føroyingar, og tí er tað sera umráðandi, at hædd verður tikin fyri hesum.

 

Vit meta, at ætlanin ið fyriliggur, er ein illa umhugsað ætlan fyri hvalbingar. Vit mæla til at landstýrismaðurin setur ein skjóttarbeiðandi arbeiðsbólk at lýsa málið betur. Hetta er fysta byggistig til Suðuroyartunnilin og sostatt er hetta framtíðina, avgerð skal takast um, sigur Róin Schrøter og hann vónar eisini, at ein borgarafundur kann vera í Suðuroy um hesa ætlanina.