Nýggi Smyril vakrasta skipið tey hava smíðað

Nú hevur nýggi Smyril rættiliga tikið skap og nú skal hann gerast liðugur innan

Suðuroyarsiglingin

? Nýggi smyril er vakrastra skipið, tey haav sæð á Skipasmiðjuni í Porto Real í Spania.
Tað skoðsmálið fær nýggja flaggskipið hjá Strandferðsluni, sum í november verður sett at røkja siglingina ímillum Suðuroynna og Havnina.
Magnus Magnussen, tekniskur stjóri á Strandferðsluni, sum er fluttur til Spania í sambandi við nýggja Smyril at fylgja við byggingini, sigur, at tey, sum arbeiða á skipasmiðjuni eru rættiliga hugtikin av nýggja suðuroyarskipinum.
Nú tey flestu skipini líkjast eini skóeskju við stevni, siga tey á skipasmiðjuni í Spania, at nýggi Smyril hevur so avbera vakrar linjur, at hann er vakrasta skipið, sum hevur verið í dokk har á skipasmiðjuni.
Skrokkurin er smíðaður á eini skipasmiðju hjá IZAR-samtakinum í San Fernando, beint við havnarbýin, Cádiz í Suðurspania.
Men fyri hálvum triðja mánaða síðani, varð skrokkurin sleipaður yvir á skipasmiðjuna hjá sama samtakið í Porto Real, sum liggur beint við.
Tað var ein tími at sleipa hann yvir og har er nú allur yvirbygningurin settur á hann, so at nú fæst ein verulig hóming av, hvussu nýggja suðuroyarskipið fer at síggja út. Innan eru eisini nøkur kømur eru sett upp
Hósdagin varð hann so sleipaður yviraftur á San Fernando.
À leiðini skuldi hann undir eina brúgv á vegnum til Cádiz og har mátti ferðslan steðgast og brúgvin latast upp fyri at Smyril kundi ganga ígjøgnum.
Tað gekk eitt korter at fáa hann undir brúnna, men bara tað løtuna tóku langar bíðirøðir av bilum seg upp báðu megin við.
Nú skulu allir káplar og allar aðrar innleggingar gerast, eins og hann skal gerast liðugur innan.
Síðani skulu allar tær ymsu skipanirnar umborð roynast so hvørt, tær eru lidnar og at enda skal so alt roynast í senn fyri at vita, hvussu alt riggar.
Nýggi Smyril verður handaður Strandferðsluni 30. oktober og tá verður hann sigldur heim til Føroyar.
Smyril, sum nú er, skal seljast, beinanvegin hin er settur í sigling.

Smyril seljast
Samstundis, sum nýggi Smyril kemur, er ætlanin at selja Smyril, sum nú siglur.
Á evnisdegnum, sum var um samferðslu í Suðuroy næstseinasta leygardag, var stjórin á Strandferðsluni spurdur um tað ikki var vágaverk at selja hann beinanvegin, tí hvat nú, um okkurt verður so galið við nýggja Smyrli, at hann ikki kann sigla?
Kristian Davidsen sigur, at tað er ein kansur at taka. Men tað skal ganga ómetaliga illa, verður tað so galið við nýggja Smyrli, at als hann ikki fær siglt.
Við Sosialin aftaná sigur hann, at teir fyrstu mánaðirnar eftir at nýggi Smyril er settur í sigling í Føroyum, skulu teknikarar av sponsku skipasmiðjuni vera við, fyri at kunna veita skjóta hjálp, skuldi onkrar barnasjúkur tikið seg upp.
Hann sigur eisini, at tað er nógv lættari at selja og tað fæst meiri fyri eitt skip, sum er í sigling, heldur enn eitt skip, sum liggur, tí eitt skip, sum liggur, tað ferst.
? Og so er tað dýrt at hava eitt skip liggjandi. Samanumtikið verður tískil hildið, at frægasta loysnin er at selja Smyril beinanvegin- og at tað er forsvarligt-sigur Strandferðslustjórin
Annars lata vit myndirnar tala fyri seg.