Nýggi Smyril skal vera Føroya størsta kassatól

Nýggi Smyril skal hava skeinkiloyvi og hann skal sigla nógv meiri enn Smyril ger nú, heldur Heri Niclasen. Hann mælir eisini til at tey, sum koyra ígjøgnum undirsjóvartunnilin, skulu betala avgjald

Nýggi Smyril

? Tað almenna hevur beinleiðis skyldu til at útvega nýggja Smyrli so stórar inntøkur sum gjørligt.
Tað heldur Heri Niclasen.
À einum fundi um ferðavinnuna í Suðuroy í Stóra Pakkhúsi í Vági í farnu viku, reisti hann fleiri hugskot um, hvussu inntøkurnar hjá nýggja Smyrli kunnu økjast munandi.
Heri Niclasen er stjóri í Ferðaráði Føroya, men á ferðavinnufundinum legði hann dent á, at hesuferð tosaði hann ikki fyri Ferðaráðið, men sum dúgligur ferðamaður við Smyrli.
Heri Niclasen vísti á, at nýggi Smyril kostar yvir 300 milliónir. Og tað er eitt ov dýrt skip til at tað skal liggja bundið við bryggju tað mesta av døgninum.
? Nýggi Smyril skal sigla so nógv sum gjørligt, helt hann.
Hann vísti eisini á, at tað almenna hevur skyldu til at útvega Smyrli so stórar inntøkur sum gjørligt.
? Nýggi Smyril skal vera landsins størsta kassatól, segði hann.

Skeinkiloyvi
Men hann vísti eisini á, at skal nakað henda, krevst nýhugsan og hugflog. Og tað krevur eisini, at gamlir fordómar verða brotnir niður.
Hann mælti til, at nýggi Smyril fær skonkiloyvi, so at fólk kunnu fáa ein góðan dropa afturvið einum góðari máltíð umborð.
? Tað er púra sjálvsagt alla aðrastaðni.
Hann mælti eisini til, at hava fleiri tilboð umborð, soleiðis, at tað kanska varð bíligari at sigla mitt í viku.
? Tað ber eisini til at gera serligar bilpakkar, við ymsum tilboðið, har prísurin lækkar upp á seg, jú fleiri fólk eru í bilinum. Tað ber eisini til at gera mini-Suðuroyar-cruise ferð o.a.
Hann helt somuleiðis, at avslátturin við 10-20 0g 30 túra kortum skal vera munandi størri.
? Jú fleiri fólk ið koma til Suðuroyar, jú meiri pening leggja tey eftir seg.
Men annars helt hann, at tað vasrð ov dýrt at sigla vil Smyrli, tí ein ferðaseðil skuldi ikki kosta meir enn einar 50-55 krónur.
Heri Niclasen helt, at fjarstøðan ímillum Suðuroynna og Havnina kann brúkast sum ein fyrimunur, heldur enn bara at meta tað, sum ein trupulleika.
Eitt nú skeyt hann upp,at nýggi Smyril gjørdi fleiri úterðir, eitt nú harmonikutúrar kring Suðuroynna, ella midnáttartúrar undir Enniberg á hásumri.
Hann helt eisini, at politikarar, embætisfólk, stovnsleiðarar, virkisleiðarar kundu brúkt Smyril til útferðir og hildið ráðstevnur umborð.
Heri Niclasen helt, at skal tað eydnast at fáa so nógva nyttu burturúr nýggja Smyrli sum gjørligt, er tað neyðugt, at hann ein smidlig marknaðarførings- og søludeild verður knýtt at skipinum.
À ferðavinnufundinum vóru tað onnur, sum hildu, at Strandferðslan var ov stirvin og at alt ov lítið varð gjørt fyri at marknaðarføra nýggja Smyril.
Tey saknaðu eisini, at Strandferðslan fyrireikaði, hvussu vit skulu siga gamla Smyrli farvæl. Onki hevði lisið um líkandi hending uttanlands, har serligir ferðaseðlar til tað seinastu ferðina hjá eini gamlari ferju vórðu seldir fyri fleiri ferðir vanligan kostnað, men at teir kortini gingu sum heitt breyð.

Suðuroyingar skulu sjálvir
Samstundis vísti Heri Niclasen á, at Smyril er lívæðrin hjá suðuroyingum og treytin fyri øllum lívi í oynni.
? Tí er tað avgerðandi, at tað verða suðuroyingar sjálvir, sum leggja til rættis og sum leggja ferðaætlanina hjá nýggja Smyrli, helt hann.
Í tí sambandi helt hann, at eitt krav skal vera, at ferðaætlanin skal lagast til tørvin hjá suðuroyingum og ongum øðrum.
Samstundis skal ferðaætlanin lagast til sambandið loftvegis og sjóvegis ímillum Føroyar um umheimin og tað skal lagast til ferðasambandið inannlands í Føroyum annars.
?Tað er høpisleyst at koma til Havnar við flogrutuni og síggja beint í reyvina á Smyrli úti á Glyvursnesi, helt hann.
Og samstundis helt hann, at eitt krav eigur at vera, at nýggi Smyril skal sigla minst tríggjar ferðir um dagin ímillum Suðuroynna og Havnina.
Heri Niclasen hevur eisini gjørt eitt uppskot til eina ferðaætlan, sum leggur upp fyri ferðasambandinum ímillum Føroyar og umheimin og sum leggur upp fyri ferðasambandið innanlands.
Eftir uppskotinum hjá honum, skal Smyril sigla av Drelnesi klokkan 6 um morgunin, klokkan 11.30 og aaftur klokkan 16.30 um dagin og hann skal sigla úr Havn klokkan 9 á morgni, klokkan 14 og klokkan 19 um dagin.

Ein heilag kúgv
Og so helt hann avgjørt, at nýggi Smyril skal hava fast atløgupláss í Hanv.
? Eitt strandfaraskip er ein heilag kúgv, sum ikki eigur at seinkast, hvørki undir sigling, ei heldur undir komu ella fráferð.
Hann vísti á, at allastaðni rundanum okkum hava strandfaraskipini fyrsta rætt og Smyril hevur silgt til Havnar í yvir 100 ár.
Heri Niclasen helt, at ætlanin at leggja Norrønu og Smyril lið um lið á Bursatanga, er heil burturvið
Hann skilti ikki, at politikararnir ikki høvdu loyst hendan trupulleikan, eitt nú við at longja tann ytra molan.

Betala avgjald fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlar
?Tey, sum koyra ígjøgnum undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi og tey ,sum fara at brúka Norðoyatunnilin, eiga at betala eitt serligt ferðaavgjald.
Tað heldur Heri Niclasen.
Hann nevndi hetta á ferðavinnufundi í Suðuroy í farnu viki. Hann helt, at tað var ov dýrt at ferðast til Suðuroyar og sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, hevur hann eisini nógv góð uppskot um, hvussu nýggi Smyril skal brúkast meiri.
Hann heldur eisini, at tað ber til at seta prísin á ferðaseðlum niður og at hækka tænastustøðið, uttan at tað kostar landinum nakað.
? Bíligur flutningur er ikki annað enn ein nattúrligur stuðul frá tí almenna til útjaðaran, heldur Heri Niclasen.
?Hvat so, um ferðasambandið til Suðuroyar kostar tí almenna 10 milliónir um árið, spurdi hann.
Annars ivaðist hann í hesum talinum, tí hann segði, at tað mesta kemur inn aftur í landskassan í avgjøldum, serliga tá ið hugsað verður um teir ringvirkningar hetta hevur, tá ið peningurin kemur í umfar í samfelagnum.
Men verður rætt atborið, kann tænastan hækkast munandi, uttan at tað verður neyðugt hjá landinum at spjaða meiri til.
? Tað er ikki meiri enn rímiligt, at tey, sum brúka undirsjóvartunlarnar, betala eitt ávíst brúkara- samferðsluavgjald.
Hetta avgjaldið kann vera eini 10-15% og tað skal brúkast til at stuðla ferðasambandinum til og úr útjaðaranum í Føroyum, eitt nú Suðuroynni.
Avgjaldið skal so býtast sundur ímllum tey ymsu útjaðaraøkini eftir ávísum leisti, kanska eftir fólkatalinum.
? Í okkara verð kann hetta kallast eitt marglætisavgjald segði Heri Niclasen. Hann helt, at vit mugu øll verða við til at halda landinum saman og so má tað kosta tað, sum tað kostar.
? Suðuroyingar kunnu ikki revsast fyri at búgva so langt frá miðstaðarøkingum, helt Heri Niclasen.