Nýggi Smyril skal gagna uppá longri sikt

Hann gevur okkum stórar og nýggjar møguleikar, men tað nyttar so ikki bara hjá suðuroyingum at sita hendur í favn og bíða eftir, at tingini skulu henda av sær sjálvum. Vit, sum búgva í oynni, mugu eisini sjálvi taka stig til at troyta møguleikarnar nýggja skipið gevur okkum sigur formaðurin í Suðuroyar Vinnuráð, Tim Wentslau

Suðuroyar Vinnuráð og Smyril
Jan Müller
jan@sosialurin.fo

-Eg haldi tað var rætt at byggja eitt størri skip, sum ikki bert nøktar tørvin í dag men sum eisini kann nøkta vaksandi tørvin í framtíðini. Hetta sigur Tim Wentslau, nýklæktur formaður í Suðuroyar Vinnuráð. Hannn hevur fylgt almenna orðaskiftinum um Smyril, har tað m.a. hevur verið víst á, at skipið er alt ov stórt til Suðuroyarsiglingina. Sjálvur heldur hann, at vit eiga at hyggja uppá longri sikt, hvat kann gagna Suðuroynni og samskiftinum við meginøkið fleiri ár fram í tíðina. Verður skipið mett út frá tí, so heldur hann, at nýggi Smyril er rætta skipið.

Tim Wentslau sær fyri sær, at Smyril kemur halda fram við at røkja vanliga ferðafólkaflutningin umframt at flyta góðs og vørur og her serstakliga ganga tørvinum hjá vinnulívinum á møti. Hann heldur tað var rætt at byggja eitt væl størri skip enn verandi Smyril skal hædd takast fyri einum øktum fólka- og vøruflutningi millum Suðuroynna og meginøkið í framtíðini. -Eg veit væl, at man kann altið seta fingrarnar á hetta og hatta, eitt nú at skipið er ov stórt. Men lat okkum heldur hyggja frameftir, nú skipið er komið, og tosa um, hvussu vit fáa økt um virksemið sum heild, nú vit jú hava fingið rætta amboðið til tess at kunna røkka hesum máli.

Formaðurin í Suðuroyar Vinnuráð heldur tað vera so heilt upplagt, at tað verður ein túrur aftrat á suðuroyarleiðini. Og hann grundgevur hetta út frá ynskinum um at menna ferðavinnuna. Tað fer at fáa fleiri fólk at ferðast. Um tað bert ein túrur heilt tíðliga á morgin og ein seint seinnapartin, so er avmarkað, hvat tú fær av fólki til Suðuroyar.

Minicruise
-Eg ímyndi mær, at man skipar fyri einum minicruise til Suðuroyar. Bara ferðin í sær sjálvum framvið Sandoynni og síðani ein dagstúrur runt Suðuroynna í bili hevði kunnað drigið mong fólk henda vegin, tí her finst ein so ómetaliga vøkur náttúra. At vit hava fingið eitt nýtt skip eigur at kunna skapa nýggjar møguleikar og sleppa mongum av við tann ótta, sum oftani er tengdur at at sigla til Suðuroyar. Sjálvur havi eg handilssambond í Havn, sum halda, at Suðuroyggin liggur longur burturi enn Keypmannahavn. So í hugaheiminum hjá mongum í dag liggur Suðuroyggin longur burturi enn t.d. floghavnin í Kastrup. Henda hugburð kann nýggi Smyril vera við til at broyta.

Tim Wentslau heldur tí, at skal man leggja ferðavinnuna til rættis til næsta summar og fara út og selja ferðamannapakkar, so má man vita nú, hvussu siglingarætlanin verður næsta ár.

-Nú eru so brúkar nakrar hundrað milliónir til hetta nýggja stásiliga skipið. Spurningurin er so hvussu man við at brúka nakrar milliónir aftrat kann vera við til at menna eitt ella fleiri vinnulívskonsept, harav ferðavinnan er eitt. Tim, sum kemur úr einum øðrum landi, sigur seg hóma eina ávísa depressión vinnulívinum í Suðuroynni. Tað er ómetaliga torført at fáa fólk at taka stig til nakað sum helst.

Pendlaravirksemi
-Kann nýggi Smyril verða við til at bøta um hesa støðuna?

-Tá nakað nýtt kemur sum eitt nú hetta skipið, so vil tað altíð skapa optimismu og grundarlag undir nøkrum nýggjum. Ein av hesum møguleikum er at satsa uppá pendlaravirksemi. Tekur tað bert hálvan annan tíma at sigla, so kann hetta fáa fleiri fólk at fara henda túrin. Verður siglt t.d. kl. hálvgum sjey á morgni úr Suðuroynni ístaðin fyri kl. sjey, so kanst tú vera í Havn um áttatíðina. Tá kanst tú arbeiða normalt og er so ein túrur aftur til Suðuroyar kl. 16.30, so kanst tú vera heima aftur kl. 18, og so hevur tú møguleika at hava eitt familjulív sum onnur. Komforturin umborð er so mikið góður, at tú eisini kemur úthvíldur heimaftur. Hetta ber ikki til í dag. Men verður ferðaætlanin løgd øðrvísi til rættis, so gevur hetta pendlarunum nógv størri møguleikar.

Yvirnátta umborð
Kjak hevur so eisini tikið seg um um hetta at búgva umborð á Smyrli og at hetta tekur frá gistingarhúsunum í oynni. Til tað sigur Tim, at hjá fólki, sum kanska bert vilja vera í oynni í ein dag, har kann tað vera skilagott at yvirnátta umborð. Og eru fólk har í fleiri dagar, so kunnu tey jú fyrst búgva á hotelli og so fara umborð at sova ta seinastu náttina. Tað er eisini ein skilagóð kombinatión, tí tá nýtist tú ikki at fara heilt tíðliga upp á morgni og umborð. Her má bera til at fáa eitt samstarv.

Samanumtikið heldur formaðurin í Suðuroyar Vinnuráð, at tað nyttar ikki bara at sita hendur í favn og halda, at alt kemur av sær sjálvum. - Vit mugu eisini sjálvi vera virkin og koma við hugskotum til vørur og tænastur, sum fáa fólk at ferðast til Suðuroyar, eitt nú í sambandi við ferðavinnu. Kunnu vit fáa í gongd eina pendlaramentan, so vilja tað kanska vera handverkarar í Suðuroy, sum kunnu fara til arbeiðis í Havn á morgni og vera heima aftur tíðliga á kvøldi.


faktaboks

Suðuroyar Vinnuráð

Tað var í februar í ár, tá nógv varð tosað um kreppuna í Suðuroynni, at gjørt varð av at stovna eitt nýtt vinnuráð fyri alla oynna, heldur enn at eitt vinnuráð var fyri norðarapartin av oynni og eitt fyri syðra partin. Tað er fyri at byggja brýr millum allar partar av Suðuroynni at gjørt varð av at hava eitt felags vinnuráð. Hetta stig kom í kjalarvørrinum av, at landsstýrismaðurin í innlendismálum vitjaði í oynni og ynskti at fáa eina felags rødd fyri vinnuna í Suðuroynni at samskifta við. Tim Wentslau, sum sjálvur er fyri at leggja allar kommunur saman í oynni, varð valdur til formann í nýggja ráðnum, sum enn ikki er farið til verka av álvara. Men nú verður tað. Ætlanin er at kalla inn til fund í vikuni ella næstu framtíð at leggja ætlanir fyri framtíðina.

Tim Wentslau er útbúgvin sivilverkfrøðingur. Hann hevur búð í Føroyum seinastu 7 árini og hevur føroyska konu. Hann hevur eitt virki á Tvøroyri, sum ger telduprogramm fyri orðblind og handicappað. Áðrenn hann kom til Føroya arbeiddi hann sum systemútviklari hjá Kommun ernes Landsforening.