Nýggi Smyril kostar 700 milliónir at byggja

Nýggi Smyril kostaði 700 milliónir at byggja, hava føroyskir politikarar fingið upplýst frá IZAR-skipasmiðjuni í Spania

 Nýggi Smyril kostar 700 milliónir krónur at byggja.
Tað hava føroyskir politikarar fingið at vita frá skipasmiðjuni í Spania.
Nú Smyril er liðugur, hevur dúgliga verðið gitt um, hvat skipið veruliga kostar at byggja, tí ført hevur verið fram, at spanska skipasmijan, sum bygdi hann, fekk nógvan ólógligan stuðul til skipið og endin var eisini, at hon mátti betala ES ovurhonds stóra upphædd aftur.
Upprunarliga skuldi Smyril kosta 300 milliónir, men nú dagbøturnar eru drignar frá fyri seinkingina, verður endaligi kostnaðurin 268 milliónir.
Nú politikarar vóru í Spania í sambandi við, at Smyril varð doyptur, varð eisini fregnast eftir veruliga byggikostnaðinum
Og tað er í øllum førum greitt, at føroyingar hava fingið ómetaliga nógv fyri pengarnar, samstundis sum hann hevur verið skipasmiðjuni dýrur, tí í veruleikanum kostar tað 700 milliónir at byggja eitt skip sum Smyril.
Hendrik Old sigur, at spaniólar vildu treyðugt tosa um prís.
Men tað skein ígjøgnum, at teir settu eina stóra æru í at levera skipið. Og teir duldu heldur ikki fyri, at teir vóru rættiliga væl nøgdir við at føroyingar ikki fóru í rættin við málinum, tá ið stígur kom í byggingina, men heldur vóru sinnaðir at finna eina loysn.
Hann sigur kortini, at eftir tí, hann fekk at vita, kostaði nýggi Smyril minst tvær ferður tað at byggja, sum føroyingar fingu hann fyri.
Samstundis er maskinarí og alt annað er dimensjonerað til at sigla á øllum heimsins høvum, so hann kann altíð seljast aftur fyri nógv størri upphædd enn hana, vit hava fingið hann fyri.
Eisini Hergeir Nielsen veit at siga frá Spaniólum, at virðið á nýggja Smyrli er lættliga tvær ferðir byggikostnaðin.
Mest ítøkiliga prísin hevur Johan Dahl, løgtingsmaður.
 Eg tosaði við ein í leiðsluni í skipasmiðjuni og hann fortaldi mær, at nýggi Smyril kostaði 95 milliónir evrur at byggja. Tað eru beint omanfyri 700 milliónir krónur, sigur Johan Dahl.