Suðuroyarsiglingin
Leygardagin var ein stórur dagur hjá Strandferðsluni, suðuroyingum og øllum føroyingum.
Tá fór varð nýggi Smyril flotaður klokkan 14 føroyska tíð.
Magnus Magnussen, tekniskur stjóri á Strandferðsluni, sigur, at hetta var ein stórfingin og hátíðarlig løta.
Spanska skipasmiðjan hevði gjørt nógv meiri burturúr, enn vit høvdu væntað og eini 200 fólk vóru komin saman á skipasmiðjuni.
Úr Føroyum vóru Bjarni Djurholm og ein fulltrúi úr vinnumálaráðnum til staðar, umframt tekniska leiðaran á Strandferðsluni. Til staðar vóru eisini teir tveir aðrir føroyingar, sum eru á skipasmiðjuni og fylgja við byggingini.
Annars vóru nógv arbeiðsfólk á Skipasmiðjuni til staðar og skilligt var, at tað var eisini ein stórur dagur hjá teimum, tí nógvir teirra høvdu konu og børn við.
Eftir gomlum siði har um leiðis, kom ein prestur at signa skipið og hann las eisini upp úr bibliuni.
Eftir sponskum siði skuldi skipið eisini hava eina gummu, hóast tað ikki varð doypt sum so hendan dagin.
Og tað skuldi vera eitt konufólk og tað skuldi vera úr landinum, sum átti skipið.
Einasta konufólk úr Føroyum, sum var til staðar, var Una Joensen, kona Magnus Magnussen, tekniska leiðara á Skipasmiðjuni og hon fekk so heiðurin at klippa snórin og at bróta eina fløsku ímóti skrokkinum.
Magnus Magnussen sigur, at alt gekk av tí allarbesta og Smyril flýtur ótrúliga flottur í sjónum.