Nýggi skúlin við Streymin verður vístur fram

Tað eru mentanardagar í Sunda kommunu í hesum døgum, og í tí sambandi bjóðar kommunan øllum seinnapartin í dag at síggja, hvussu langt byggingin av nýggja skúlanum við Streymin er komin

Enn eru skúlin og høllin ikki liðug, men tó er skúlin komin so mikið væl áleiðis, at rúmini eru gjørd, og ein kann síggja hvar skúlastovur, kantina, bókasavn og lærarastovur verða. Eisini verður tað gjørt soleiðis, at fólk kunnu hyggja inn í ítróttarhøllina.

Framvísingin er í dag frá klokkan 15 til 17. Inngongd er, har inngongd er í dag. Parkering er har uppi við barnagarðin, skrivar heimasíðan hjá Sunda kommunu. 

##med2##

##med3##