- Nýggi skúlin er ein hent íløga

Leygardagin kundu kvívíkingar taka tann nýggja skúlan í nýtslu. Hann er liðugur fýra mánaðir fyri tíðina. Nú fara somu menn undir at renovera tann gamla skúlan, og tað arbeiðið verður klárt á jólum ? um ikki fyrri!

Kvívík: Tað var tann 10 ára gamla kvívíksgentan, Halla sum herfyri helt tað vera sera cool at fáa ein nýggjan skúla í Kvívík. Hon gleddi seg serliga til spæliplássið, sum skuldi verða serliga væl útgjørd til børnini at spæla í.
Nú upprann so hesin dagurin, sum bæði børn og vaksin við spenningi hava sæð fram til - grækarismessudag 2005, tá tann nýggi skúlin umsíðir skuldi takast í nýtslu.
Orðið "umsíðir" er kortini als ikki rætt at brúka í hesum samanhanginum, tí í roynd og veru var skúlin liðugur heilar fýra mánaðir fyri tíðina.
Tað var tí ein ikki sørt errin bygdaráðsformaður, Boje Christensen sum leygardagin kundi handa lykilin til tann nýggja skúlan til skúlastjóran, Bjarna Heinesen.
- Eg fari at biðja teg ansa væl eftir skúlanum, so at hann kann halda í mong ættarlið aftrat. Eg haldi, at tað hevur hann fortjent, segði borgarstjórin í takkarrøðu síni leygardagin.
Arbeiðið byrjaði í oktober mánaði 2003 og hevur íalt kostað 17 mió. kr.

Gjørdu tað øvugta
Nógv fólk var samankomið til samkomuna í skúlanum, - tí tað er jú ikki á hvørjum degi, at ein bygd av slíkari stødd sum Kvívík kann taka ein nýggjan skúla í nýtslu.
Boje Christensen siteraði í røðu síni ein vísan mann, sum hevði sagt, at politikkarar játta meiri pening til fongsul enn til skúlarnar. Hetta gera teir, tí at teir vita, at teir koma aldrin aftur í skúla.
- Men tað gamla bygdaráðið í Kvívík gjørdi tað øvugta. Og tí er tað mær ein stór gleði í dag at kunna taka henda vala bygningin í nýtslu, segði hann.
Arbeiðið uppá skúlan byrjaði fyri sløkum hálvum øðrum ári síðani, og er longu liðugt, hóast ein kjallari eisini varð gjørdur, sum ikki var við í upprunaligu ætlanini.
-Øll sum hava luttikið í arbeiðinum hava gjørt sítt til, at vit nú kunnu taka henda skúlan í brúk fyrr enn ætlað, segði Boje.

Ein hent íløga
-Tað er sera týdningarmikið fyri okkum, at vit geva børnum okkara tær røttu umstøðurnar til at ogna sær lærdóm. Henda lærdómin, sum er neyðugur til at klára seg best møguligt her í lívinum.
-Tað vóna vit í kommununi, at vit hava gjørt við hesi byggingini, segði Boje Christensen.
Hann legði eisini dent á, at arbeiðið við at menna skúlan í Kvívík ikki var liðugt enn. Nú verður nevniliga farið undir at renovera tann gamla skúlan. Hetta arbeiðið verður liðugt fyri ársskiftið.
- Og eg kann lova tykkum, at tað eru somu menn, sum fara at standa fyri tí arbeiðinum eisini, segði hann.
Bygdaráðsformaðurin vísti á, at tann ljósi og vinarligi bygningurin eisini fer at geva lærarunum tær røttu umstøðurnar at arbeiða undir.
Og so legði hann aftrat:
-Hava lærararnir tær bestu umstøðurnar, fer hetta av sær sjálvum at smitta av uppá undirvísingina, og harvið tann lærdómin, teir skulu geva víðari til næmingarnar.
-Vit mugu ikki gloyma, at ein íløga í ein slíkan bygning er eisini ein íløga í okkara aldurdóm. Vit mugu minnast til, at tann ungdómin sum vit senda út higani, er hann, ið skal vera við til at gjalda okkara eftirløn, segði hann.
Umframt bygdaráðsformannin bóru m.a. eisini mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni, skúlastjórin Bjarni Heinesen fram heilsanir, meðan sóknarpresturin í bygdini, Marjun Bæk vígdi skúlan.
Á skránni fyri hátíðarløtuna var eisini kórsangur, tónleikur og gávuhandan. Skúlin fekk m.a. eitt listarverk frá Grækarisi Joensen sjálvum, og sum Hansina Iversen hevur málað, og eitt modell av sluppini "Hjørdis" úr Fuglafirði, sum Immi Dam lat.



Kvívíkar skúli:
Tekning og prosjektering: Michael Olsen
Høvuðsenteprisa: GAJ-Smíð við Grækaris Joensen
Elarbeiðið: ID-EL
Køkur og hurðar: BSV
Ventilasjón og HVS: Maria Poulsen
Hiti: Klima FO
Málaraarbeiðið: Heini Holm
Gólv: Gólvbúni
Inventar: Farodane
Gardinur: Skálabúðin
Planering o.tl.: Hans Wilhelm Lutzen
Betong: Jóni Djurhuus
Flísar: Birgir Krossteig
Eftirlit: Uni Patursson
Í skúlanum eru tríggjar vanligar skúlastovur, hølir til fysikk og kemi, skúlakøkur, smíð, salur, lærararúm og skrivstova.
Kostnaður íalt: 17 mió. kr.