Fyrsti parturin av skúlanum skal verða liðugur um hálvt annað ár. Arbeiðstakarar uttanlands sleppa eisini upp í part at bjóða upp á arbeiðið Eftir ársskiftið verður arbeiðið at gera nýggjan skúla á Argjum boðið út. Tað veit heimasíðan hjá Skúlablaðnum at siga í dag. Skulabladid.fo skrivar soleiðis:
Nýggi skúlin, sum verður bygdur á Hamrinum á Argjum, verður ein tvísporaður skúli frá 1.-9. flokk við frítíðarskúla til 1.-2. flokk ? tilsamans 500 næmingar. Støddin á skúlanum verður 6.400 fermetrar. Fyrsti undirvísingarpartur, t.e. 1.-3. flokk, er umleið 1.200 fermetrar og skal verða liðugur 1. august 2009. Allur skúlin skal standa liðugur 1. juli 2010.
Arbeiðstøkan verður útboðin í innbodnari høvuðsarbeiðstøku í undanførleikameting. Tórshavnar kommuna, sum er útbjóðarin, ætlar at heita á 3-5 arbeiðstakarar at geva tilboð. Umbønin at sleppa at vera við skal vera Tórshavnar kommunu í hendi 7. januar 2008. Útbjóðingartilfarið verður sent út 28. januar.
Arbeiðið verður boðið út í Norðurlondum.
KEYP SOSIALIN Í PDF-ÚTGÁVU HER!<a>