##med2##
Nýggi samskiparin hjá HSF, Mark Lausen-Marcher var gestur hjá Sjúrði H. Hoydal í sendingini Hondbóltspanelið á FM1 seinnapartin.
Evnini Sjúrður H. Hoydal og Mark Lausen-Marcher viðgjørdu vóru:
1) Virkisøkini hjá Mark í HSF
2) U17 landsliðið, har Mark er annar venjarin
3) EM-endaspælið í manshondbólti
4) Mark metti um dystirnar, ið eru í Faxe Kondi kappingini hetta vikuskiftið.
Í sendingini hevði Sjúrður H. Hoydal eisini eina samrøðu við portugisiska granskarin, Susana Povoas um heilsuhondbólt og royndirnar við tí í Portugal. Í Føroyum hevur meiri verið talan um heilsufótbólt.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina Hondbóltspanelið, ið var á FM1 seinnapartin.