Mikudagin lat nýggi parturin í SMS í Havn upp aftur. Hetta er ein liður í størri útbygging, sum SMS hevur verið í holt við seinastu mánaðarnar.
Handlarnir Skálkur og Klivin hava í seinastuni húsast á torginum í SMS, men í gjár kundu teir lata uppaftur í snotiligum og hugnaligum nýggjum umhvørvi.
Mango hevur verið afturlatið síðani ólavsøku, og eisini kundu tey lata uppaftur í snotiligum búna.
Ein nýggjur handil er komin í norðara endanum av SMS, og er tað ítróttarhandilin Sportsmaster.
WC-ini eru flutt, og eru tey eisini spildurnýggj.
Elektriskar hurðar eru nú komnar í norðara enda, og noyðist tú upp á, fyri at sleppa inn í handlarnar. Og sum nakað heilt nýtt, er eisini ein lyfta, so tey í koyristóli eisini sleppa í Klivan, Mango, Sportsmaster og Skálk at keypa.
Ikki er alt rættiliga liðugt enn. Nakað av máliarbeiði vantar í enn, men longu nú sær alt snotuligt og nýtt út.