Nýggi maðurin ræðist ikki gegnið

Nýggi formaðurin fyri Kringvarpsstýrið sigur, at hann fyrst og fremst vil hava formligu viðurskiftini í rættlag, áðrenn hann fer at tosa um nakra ítøkiligt arbeiði hjá stýrinum

Kringvarpsstýrið

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, tilnevndi hósdagin Rúna Heinesen sum formann fyri stýrið fyri Kringvarp Føroya. Rúni kemur soleiðis í stýrið fyri Símun Absalonsen, sum ikki fekk røkt formanssessin, tá hetta var í stríð við starv hanara sum løggildur grannskoðari.
Nýggi formaðurin, sum er 48 ára gamal, er útbúgvin akademiverkfrøðingur á Danmarks Tekniske Universitet í 1982. Hann hevur arbeitt sum ráðgevandi verkfrøðingur frá 1982 til 1986 og sum verkfrøðingur hjá Klaksvíkar kommunu frá 1986 til 1994 – seks ár av hesum skeiði sum býarverkfrøðingur. Síðani 1994 hevur hann verið stjóri á Tekniska skúla í Klaksvík.
Rúni Heinesen hevur verið nevndarformaður í P/f Føroya Bjór síðani 1995. Hann er nevndarlimur í P/F KÍ-høllin, eins og hann seinnu árini hevur verið partur av starvsnevndini hjá FSF. Hartil hevur hann eisini verið nevndarformaður í í P/F Maru Seafood.

Ræðist ikki gegnið
Kjakið um valið av stýrislimum hevur ikki verið heilt einki. Serliga tykist gegnisspurningurin hava vigað nógv í hesum, umframt at Skráseting Føroya eisini kom í myndina, tá ætlaði formaðurin skuldi vigast.
Hetta tykist tó ikki at vera nakað, sum nýggi formaðurin hevur hugsað stórvegis um.
- Eg havi fingið eina áheitan frá landsstýrismanninum, og henni havi eg tikið av. Sjálvur dugi eg ikki at síggja nakrar trupulleikar í hesum yvirhøvur, og verður nakað mál burtur úr hesum, so er tað væl nakað, sum Mentamálaráðið má greiða heldur Rúni.
Og enn fæst hann ikki at siga nakað um, hvørjar tankar hann hevur gjørt sær um framtíðarstøðuna hjá stovninum, sum hann nú verður stýrisformaður fyri.
- Fyrst og fremst, so havi eg í hyggju at fáa formligu viðurskiftini í rættlag. Hóast lóggávan ásetur hampuliga neyvt, hvørjar uppgávur stýrið hevur, so haldi eg tað her og nú ræður um at gera eina starvsskipan fyri stýrið. Hendan skal so greina ábyrgdar- og uppgávubýtið millum stovnin og stýrið, og ikki fyrr enn hetta er gjørt, haldi eg, at ítøkiliga stýrisarbeiðið kann byrja, sigur Rúni Heinesen.