Nicosia, Cypros: Feskasti maðurin í landsliðshópinum, Arnold Berg, fekk kanska eina heldur keðiliga byrjan á landsliðsferðini, nú so stórur munur var á liðunum í dystinum millum eldru og yngru landsliðsleikararnar, men hetta tóktist tó ikki vera nakað, sum 21 ára gamli skálamaðurin tók so øgiliga tungt eftir venjingina.
Meira sjónlig tóktist vera gleðin um tað, at vera við í landsliðshópinum, og sjálvur helt hann fyri, at fyri seg var hetta eitt stórt herðaklapp eftir góða kappingarárið á Skála.
- Eg visti so ikki av nøkrum, fyrr enn seinasta fríggjadag. Tá ringdi Ísak Mikladal úr Fótbóltssambandinum til mín. Sjálvur roknaði eg við, at tað nokk hevði okkurt við leikbannið hjá mær at gera, men boðini vóru so, at Henrik Larsen hevði sett meg á landsliðslistan, og so var bara at rigga til, sigur Arnold.