Føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum hevur verið í mótgongd á máltalvuni seinnu árini, men tað ræðir ikki nýggja føroyska landsliðsvenjaran, 47 ára gomlu Lene Terp, ið hevur drúgvar royndir sum bæði spælari og venjari.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
- Úrslit eru ikki alt. Um tú hyggur eftir heimsstyrkilistanum, so eru Føroyar ikki ovarlaga, men heldur ikki niðast. Her er nógv lond at kappast við og tað eru fleiri orsøkir til, at tú kanst liggja niðast. Eitt er fótbóltsmentanin í landinum. Hana haldi eg avgjørt at tit hava her, sigur Lene Terp og leggur afturat:
- So kunnu tað verða umstøður og mangul upp á skipaði viðurskifti, men tað hava tit eisini her. Tað hevur eisini verið arbeitt við kvinnufótbólti í nøkur ár. Tað er lagt nógv fyri í ungdómsfótbólti í feløgunum, og tað hava verið samanhangandi altjóða landsliðsuppgávur seinastu fimm til sjey árini. Størsta avbjóðingin er nokk íbúgvaratalið, men á øllum øðrum økjum er alt í gerð, sigur Lene Terp.
Les samrøðu við nýggja landsliðsvenjara í Sosialinum, sum kemur á gøturnar í dag.











