Nýggi kappingarleisturin fer at menna hondbóltin (FM1)

(FM1) Finnur Hansson vitjaði studio hjá FM1 seinnapartin til eitt prát um nýggja kappingarleistin

FTZ-deildin og Hvonn-deildin skulu hava ein meiri spennandi kappingarenda við best av trimum hálvfinalum og best av fimm FM-finalum.

 

Maðurin sum hevur tikið stór tøk fyri, at vit skulu fáa eina meiri spennandi hondbóltskapping, og sleppa undan tómrúminum sum er millum steypafinalurnar og FM-finalurnar við núverandi leisti eitur Finnur Hansson, royndur hondbóltsspælari og venjari.

 

Finnur Hansson er sannførdur um, at nýggi kappingarleisturin fer at menna føroyskan hondbólt.

 

Seinnapartin vitjaði Finnur Hansen studio hjá FM1 til eitt prát um nýggja kappingarleistin. Hann hevur ráðført seg við fleiri spælarar í FTZ-deildini og í Hvonn-deildini, ið eru spent uppá ein nýggjan og øðrvísi kappingarleist.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Finn Hansson.