Tann komandi filmurin um agentin James Bond fær almenna heitið »No Time to Die«.
Tað upplýsir filmsframleiðarin í tíðindaskrivi.
##med2##
Filmurin, sum er tann 25. í røðini um loyniliga agentin frá bretsku fregnartænastuni, hevur higartil verið nevndur »Bond 25«.
Sjónleikarin Daniel Craig skal stríðast við altjóða brotsmenn, tá hann fyri fimtu ferð er í leiklutinum sum James Bond í komandi filminum.
Hann skal spæla ímóti Rami Malek, sum verður høvuðsskálkurin, sum fyrr í ár fekk ein Oscar fyri sín leiklut sum sangarin Freddie Mercury í filminum »Bohemian Rhapsody«.
Á leikaralistanum er eisini tann danskt-svenski David Denick at finna. Tað er als ikki fyrstu ferð, at ein danir spælir við í einum 007-filmi.
Fyrra hava eisini Mads Mikkelsen, Jesper Christen og Ulrich Thomsen spælk skálkar í filmatiseringunu av skaldsøgunum hjá Ian Flemming um Bond.
Tann nýggi agent 007, »No Time to Die«, verður frumsýndur hjá okkum 2. apríl 2020.
/ritzau/










