Nýggi frískúlin: Her sleppa børnini at liggja í tímanum

Um fáar mánaðir letur ein nýggjur skúli upp í Havn. Sosialurin hevur vitjað skúlan og tosað við leiðaran um, hvussu skúlabørn trívast best, og hvussu tað er at stovna ein heilt nýggjan skúla bert við sjálvbodnari arbeiðsmegi.



”Her sleppa næmingarnir at liggja á gólvinum í tímanum, um tey hava hug til tað”, sigur Jenny Winther Poulsen, ið er ein av stigtakarunum til nýggja frískúlan, Lítlaskúla. Floksstovurnar eru innrættaðar við stórum sekkjastólum og madrassum. Hetta er upp á ongan máta sum tær floksstovurnar, vit vanliga kenna - og somuleiðis er hugburðurin eisini heilt serligur.

 


”Tað eru tey fægstu børnini, sum klára at sita uppreist á einum stóli í ein heilan skúladag. Í Lítlaskúla vilja vit hava børn, sum trívast upp á allar mátar, og tí sleppa næmingarnar hjá okkum at liggja á sekkjastólum”, sigur Jenny Winther Poulsen. 

 

 

Trivnaðurin kemur fyrst

 


Vit hugsa ov lítið um, hvussu bókligu førleikarnar hjá børnum ávirkast av, hvussu børnini hava tað sum heild. Tað halda í øllum førum tey, ið hava tikið stig til at byrja ein nýggjan frískúla.

 


Í alt eru tey 8 ávikavíst lærarar, námsfrøðingar, tónleikarar og listafólk sum í august opna hurðarnar á Lítla Skúla. Eitt av oddafólkunum er Jenny Winther Poulsen. Hon starvast í løtuni sum lærari, og eftir summarfrítíðina verður hon ein av tveimum lærarunum í Lítla Skúla.

 


”Vit eru heilt ótrúliga spent”, sigur Jenny Winther Poulsen. Tað hevur stundum verið stríggið hjá teimum 8 stigtakarunum, tí tey hava bygt ein skúla upp úr nýggjum við síðuna av teirra fulltíðarstørvum og gerandisbaksi annars. Men tað er stríðið vert, sigur Jenny Winther Poulsen, sum eisini er leiðari á Lítlaskúla.

 


Longu nú eru børn skrivaði inn í skúlan fram til ár 2021.

 


Ynskja eitt skapandi umhvørvi

 

 

Grundarsteinurin er trivnaður, men við tí fylgja nógv ymisk ting. Millum annað ein útidagur um vikuna og tað, at børnini sjálvi gera mat. Men eisini tað, at árgangarnir ikki gerast størri enn 16 børn. At hava ein lítlan skúla, er nevniliga grundarlagið undir Lítlaskúla. Á Facebooksíðuni hjá skúlanum vísa tey á eina kanning úr Danmark, sum sigur at stórir flokkar geva lægri meðalkarakter.

 

 

Samstundis ynskja stigtakarirnir eitt skapandi umhvørvi. Tí arbeiður Lítliskúli upp á at gera eitt samstarv við Listaskúla Føroya, og tey hava eisini sett fleiri tónleikarar í starv:
Allir næmingar skulu nevniliga læra at spæla eitt ávíst ljóðføri, meðan tey ganga í Lítlaskúla. Vísindalig kanning vísir, hvussu tað hjálpir menningini av heilanum, tá børn spæla eitt ljóðføri.

 


Og somuleiðis vísur ein onnur kanning, at børn hava lættari við at læra mállæru, um tað verður frálært við sjónleiki, filmi, myndlist ella tónleiki.

 


”Og børn kunnu læra tabellina við at lakka hana”, sigur Jenny Winther Poulsen. Í Lítlaskúla leggja tey stóran dent á tað bókliga, men tey seta spurnartekin við ta siðbundnu frálæruna.

 


”Tað eru nógvir mátar at læra at stava ella rokna. Vit fara at brúka tað praktiska í okkara frálæru, tí vit halda, at tað lættari hjá børnum at læra og minnast, um tey sleppa at arbeiða praktisk í undirvísingini”, leggur hon afturat.

 


Frá hugskot til veruleika

 

 

Tey byrjaðu at tosa um frískúlan fyri fleiri árum síðani. Og serliga var tað stóra ynskið um ein lítlan skúla við atlit til trivaðin, ið fekk tey at gera hugskotið til veruleika.

 


”Vit hava tosað nógv og leingi um henda skúlan. Fyri tveimum árum síðan fóru vit so veruliga í gongd”, sigur Jenny Winther Poulsen.

 


Tá ein nýggjur skúli skal stovnast, er nógv umsitingarligt arbeiði og tað er nógv, ið skal passa saman, sigur hon. Men í august flytir Lítliskúli inn í gamla Adventistaskúlan, og tá byrja eini 30 børn í fyrsta, ørðum og triðja flokki.