Fyrsta staklagið hjá Kóboykex kallast, “Midnight Gale”, og teir hava skrivað lagið saman. Sigmundur Zachariassen syngur lead og Heiðrikur á Heygum syngur kór.
Sigmundur og Heiðrikur siga, at tónleikurin er ein blanding av country western og elektroniskum, og teir kalla genruna Countronica.
Bæði Sigmundur og Heiðrikur eru kend nøvn innan føroyska tónleikaheimin, og so eru teir nábúgvar í Havn. Teir hava sama áhuga fyri gomlum western tónleiki, og valdu tí at seta høvdini saman, og úrslitið bleiv Kóboykex.
Sigmundur er vanliga kendur frá bólki sínum Joe & the Shitboys, ið vann virðislønina "besti bólkur" til FMA 2019. Bólkurin er í ferð við at byggja sær stórt navn upp á uttanlanda punk-scenuni.
Fjøllistamannin Heiðrik kenna vit frá plátum hansara Funeral og Illusions, har landaplágur sum “Change of Frame”, “Monster” og “Hope You’re Crying” eru á.
Sigmundur og Heiðrikur siga, teir fáa íblástur frá tónleikinum hjá Beck, Ennio Morricone, Patsy Cline, The White Stripes, Mirwais og gomlum spaghetti western filmum.
Hetta er fyrsta lagið, ið verður útgivið frá teirra EP. Næsta lagið á EP’ini er ein nýtulkan av “Eitt Sunnukvøld í Plantasjuni”, ið kemur út síðst í summar.
Hoyr lagið "Midnight Gale" her:
##med2##