Nýggi enski prinsurin komin

Kate hertoginna, sum er gift við William prinsi, hevur átt ein son. Prinsurin varð føddur á privatu føðideildini The Lido Wing á St. Mary's Hospital, skriva ensk bløð.

Kate, sum var meir enn fullgingin, varð innløgd í morgun við verkjum, og kl. 16.24 kom nýggi prinsurin. Bæði móðir og sonur hava tað gott og verða verandi á sjúkrahúsinum til í morgin, skrivar MailOnline.

Nýggi trónarvingin varð føddur á sama sjúkrahúsi, har omman, Diana prinsessa, átti prinsarnar William og Harry. William prinsur fer nú í pápafarloyvi í fjúrtan dagar.

Bæði fyrrverandi kvinnulæknin hjá drotningini, Marcus Setchell, og núverandi, Alan Farthing, hjálptu við føðingini. Sambært enskum bløðum vildu Kate og William ikki vita kynið á barninum frammanundan.

Ikki er vist, at lítli drongurin fær nakað eftirnavn, skrivar Ekstrabladet. Men um so verður, eru trý í at velja. Foreldrini velja Cambridge, sum var heitið, tey fingu, tá tey vórðu gift í 2011.

Tey kunnu velja Wales, sum er eftirnavnið, ið William prinsur brúkar eftir pápan. Og tey kunnu velja Mountbatten-Windson, sum gjørdist samansetta navnið, tá omma William, Elizabeth drotning, í síni tíð giftist við Phillip prinsi.

Myndin: Mannamúgvan hevur trokast uttanfyri allan dagin og bíðað í spenningi eftir at frætta um nýggja kongliga barnið