Stovnurin, ið fevnir um barnagarð, vøggustovu og frítíðarskúla, eitur framhaldandi Eikilund, nú flutt er í nýbygning við síðuna av húsunum, ið hava verið karmur um barnagarðin Eikilund í nøkur ár.
Tað eru nakrar vikur síðani, at børn og starvsfólk fluttu inn í nýggja bygningin, men í dag var almenna móttøkan.
Dennis Holm, borgarstjóri, Sirið Stenberg og Eyðdis Kjærbo hildu røðu vegna Vágs Býráð. Borgarstjórin og býráðslimirnir fegnaðust um, at hetta gamla ynski hjá vágbingum nú er veruleiki, og tey takkaðu samstundis undanfarnum býráðspolitikarum, ið hava verið við til at lagt lunnar undir drúgvu verkætlanina.
Tey fegnaðust um stásiliga stovnin, ið tey vónanðu og væntaðu fer at skapa góðar karmar fyri komandi ættarlið.
Anna Maria E. Jacobsen, leiðari, fegnaðist eisini um nýggja stovnin, og fekk handaðan málning eftir Hansinu Iversen, sum Sirið Stenberg handaði vegna Vágs Býráð. Frá Tvøroyrar Kommunu fekk stovnurin mynd av dansiringi, ið Dennis Holm tók ímóti.
Barnagarðsbørn sungu í góðveðrinum í dag, og eisini tók barnakórið hjá Frelsunarherinum lut við sangi og dansiframførslu.
Síðani kundi almenningurin hyggja seg um á nýggja stovninum, ið bjóðaði kaffi, køkur og frukt. Børnini hugnaðu sær á nýggja spæliøkinum, og eisini var hoppiborg sett upp í samband við dagin. Starvsfólk málaðu andlitsmáling á børnini og klovnar góvu børnunum ballóndjór.
Tórhallur Áslaksson, tekniskur leiðari hjá Vágs Kommunu, hevur teknað stovnin. Suðursmíð stóð fyri byggingini.
Barnagarðarurin er roknaður til 66 barnagarðsbørn og 24 vøggustovubørn.
Barnagarðurin er 530 m2. Kostnaðurin er mettur at vera samanlagt millum 8 og 9 milliónir krónur.
Nýggi barnagarðurin kemur afturat verandi dagrøktarskipan, sum heldur áfram.
Barnaansingin í Vági verður hereftir skipað soleiðis, at børn undir 3 ár verða í dagrøktarskipanini og í vøggustovuni í nýggja barnagarðinum, meðan børn, sum eru 3 ár og eldri koma at ganga í barnagarði og í frítíðarskúla í nýggja barnagarðinum.










