Nýggi bussurin kemur væl við

Bussurin, ið er knýttur at føroyska sjuklingahotellinum í Keypmannahavn, Hotel Tórshavn, er bæði gamal og slitin. Tí kemur tað sera væl við, at Kiwanis Tórshavn hevur latið 100.000 krónur í gávu til at útvega nýggjan buss

Tað var ein fegin formaður fyri nevndina í Trivnaðargrunninum hjá Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, Kári Petersen, ið tók ímóti peningagávu á 100.000 krónur frá Kiwanis Tórshavn. Hesin peningur skal nýtast til at keypa nýggjan buss, ið verður nýttur til útferðir við sjúklingum og avvarðandi.

- Vit eru ómetaliga fegin um hesa stórfingnu gávu frá Kiwanis, segði Kári Petersen, tá hann tók ímóti gávuni.

Tað var Símun Hammer, forseti í Kiwanis Tórshavn, sum handaði peningagávuna í Kiwanis-húsunum í Jøkulstræti í Havn eftir ein limafund mikukvøldið.

Við hesum er møguleiki fyri at gera umstøðurnar hjá teimum, sum noyðast til Danmarkar í sjúkraørindurm, eitt vet betri, tá nýggjur bussur verður útvegaður til Hotel Tórshavn.

Bussurin verður nýttur til at stytta um stundir og geva bæði sjúklingum og avvarðandi nakrar upplivingar í tí oftani longu viðgerðar- og bíðitíðini, sum stendst av sjúkrauppihaldinum í Danmark.

Bussferðirnar verða gjørdar sum dagtúrar hvønn mikudag og annars eftir tørvi, tá áhugi er fyri tí. Í stóran mun eru tað sjúklingar og avvarðandi sjálvi, ið koma við hugskotum til, hvørjar útferðir tey kundu hugsa sær til kend og áhugaverd støð í Danmark.

Tað eru føroyingar, búsitandi á Keypmannahavnar-leiðini, ið sjálvboðið taka sær av busskoyringini. Busskipanin byrjaði í 2001, tá verandi bussur, sum tá var 15 ára gamal, varð keyptur.

Nevndin sær tí fram til at fáa útvegað nýggjan buss til endamálið.

Myndatekstur:

Símun Hammer, forseti í Kiwanis Tórshavn, handar her Kára Petersen, formanni í Trivnaðargrunninum fyri Sjúklingahotellið í Keypmannahavn, peningagávu á 100.000 krónur. Gávan skal nýtast til at útvega sjúklingum og avvarðandi nýggjan buss.