Nýggi bussliturin


Allir bussarnir, sum koyra fyri Bygdaleiðir, skulu skifta lit. Tað er gjørt av í samband við útlisiteringina av koyringini, sum kom í gildi á nýggjárinum

Bussarnir, sum fyrr hava havt tveir bláar litir, har tann ljósari blái hevur verið tann, sum meira hevur verið at sæð til, skulu nú vera nógv myrkari bláir. Minna mest um litin, sum strandfaraskipini hava fingið.
Teir nýggju bussarnir, sum umbidnir eru, fara at hava hendan nýggja litin, so hvørt teir koma. Og eisini teir gomlu, sum halda fram at koyra, skulu skifta lit, so teir líkjast hinum.
Ein av eldru bussunum hevur verið ígjøgnum sprytuna. Hesin bussurin stóð á krossinum innanvert Søldarfjørð, tá Sosialuri kom framvið hendan dagin.