Borgarstjóraskiftið
Kommunudeildin í Løgmálaráðnum ger onki við borgarstjóraskiftið á Tvøroyri í farnu viku.
Tað sigur Hilmar Høgenni, leiðari á kommunudeildini.
Hann sigur kommunudeildin hevur fingið ymiskt tilfar um málið og eftir tí er onki grundarlag hjá kommunudeldini at taka nøkur stig í málinum.
Tað var í farnu viku, at Finnleif Guttesen, borgarstjóri á Tvøroyri síðani kommunuvalið í 2000, boðaði býráðnum frá, at hann vildi sleppa frá sum borgarstjóri.
Tað samtykti býráðið og valdi í sama viðfangi Kristin Michelsen til nýggjan borgarstjóra tey bæði árini, sum eru eftir av hesum valskeiðnum.
? Vit hava kannað gerðabókina hjá kommununi og eftir henni er onki grundarlag at fara víðari við málinum, tí tað er borgarstorin sjálvur sum bað um at vera loystur úr starvi.
Hilmar Høgenni sigur, at Tvøroyrar Kommuna hevur ikki fingið niðurstøðuna skrivliga enn, men tað fær hon.
Lógin verjir borgarstjórar
Annars stendur í kommunulógini, at borgarstjórar eru valdir fyri alt valskeiðið.
Men hetta er fyri at verja borgarstjórarnar.
?Tað verður stór ábyrgd løgd á borgarstjórarnar. Eitt nú mugu teir siga síni borgarligu størv frá sær. Tí eru teir tryggjaðir í kommunulógini , so at teir ikki kunnu vera koyrdir frá uttan so, at teir misrøkja sínar skyldur ella gera okkurt revsivert, ella aðrar ávlarsligar orsøkir eru fyri tí.
Tað skal sostatt ikki bera til hjá einum meiriluta í einum býráðið at koyra ein borgarstjóra frá, bara tí at hesin meirilutin er misnøgdur um eitthvbørt politiskt mál, ella um okkurt annað viðvíkjandi borgarstjóranum.
? Men hinvegin kunnu borgarstjórar sjálvir søkja býráðið um at verða loystir úr starvi, men so skal l býráðið samtykkja at hann kann sleppa frá.
Hilmar Høgenni sigur, at tað er hetta, sum er hent í hesum føri, nú tvørafólk fingu nýggjan borgarsatjóra og tí ger kommunudeildin ikki meiri við málið
Ólóglig avtala
Borgarstjóraskiftið á Tvøroyri fellir merkiliga væl saman við eini avtalu, sum varð gjørd, tá ið býráðssamgongan varð skipað eftir kommunuvalið í 2000
Tá skipaðu teir tríggir býráðslimirnir fyri javnaðarflokkin býráðssamgonu, saman við tí eina umboðnum hjá sambandsflokkinum og umboðnum hjá uttanflokkalistanum. Sostatt hevði samgongan fimm býráðslimir.
Tveir býráðslimir endaðu í andstøðu og teir vóru umboðið hjá tjóðveldisflokkinum og fólkaflokkinum.
Men tað stóð nógv á at skipa samgonguna, tí stríð var um at fáa borgarstjóran. Tað endaði við eini avtalu, har Finnleif Guttesen úr sambandsflokkinum skuldi vera borgarstjóri tey bæði fyrstu árini og Kristin Michelsen úr uttanflokkalistanum tey bæði seinnu árini.
Men Kommunudeildin hjá løgmálaráðnum boðaði frá at tað var ólógligt at gera slíkar avtalur og eftir tað kunngjørdi býráðssamgongan, at avtalan varð annulerað.
Men nú tvey ár eru farin av býráðsskeiðnum, hendir kortini akkurát tað sama, sum upprunaliga avtalan segði.
Men bæði fráfarni og nývaldi borgarstjórin bedýra, at skiftið hevur onki við avtaluna at gera.
Hilmar Høgenni hevur onga viðmerking til hetta. Tað einasta hann kann siga, er, at tað er borgarstjórin, sum hevur biðið um at verða loystur úr starvi og at tað ikki ber til at siga, at tað byggir á nakra avtalu.
Men hetta málið vísir so eisini, at tá í samgongur verða skipaðar í bý- og bygdaráðum, ber í hvussu so er til at gera munnligar avtalur um at borgarstjórastarvið skal ganga upp á skift.










