Nýggi borgarstjórin stórar ætlanir fyri Skálafjørðin

Hans Jacob Lamhauge verður nýggjur borgarstjóri í Runavíkar Kommunu frá 1. september. Hann er royndur innan kommunalpolitikk, og hann er spentur til avbjóðingarnar, sum standa fyri framman. Hans Jacob er ein heitur talsmaður fyri, at Skálafjørðurin skal gerast ein kommuna. Hann sær eisini stórar møguleikar við tí komandi undirsjóvartunnilinum til Havnar.

1. september tekur Hans Jacob Lamhauge við sum borgarstjóri í Runavíkar Kommunu. Rodmundur Nielsen fer frá, tí at hann hevur fingið so nógv annað at gera við síðuna av borgarstjórastarvinum, at hann sær seg ikki føran fyri at røkja tað.
Eitt samt býráð valdi Hans Jacob Lamhauge til at taka yvir eftir Rodmund. Tað er ein royndur maður innan kommunalpolitikk, sum nú fer í sessin sum borgarstjóri í Runavíkar Kommunu. Hann varð fyrstu ferð valdur inn í býráðið í 1977, og hann hevur sitið síðani.
Hóast Hans Jacob hevur verið leingi uppií politikki, hevur hann ikki verið borgarstjóri fyrr. Hann er útbúgvin lærari og hevur arbeitt sum lærari í Runavík síðani 1974. Tað var ikki ein løtt avgerð hjá Hans Jacobi at taka, tá ið hann fekk bjóðað sessin.
- Mær dámar stak væl lærarayrkið, og eg havi trivist væl í skúlunum í Runavíkar Kommunu. Eg ivaðist í, um eg skuldi taka av, men tá ið eitt samt býráð valdi meg sum borgarstjóra, valdi eg at siga ja, sigur Hans Jacob.
Stór kommuna
Meðan Rodmundur Nielsen hevur verið borgarstjóri, hava fleiri kommunusamanleggingar verið, og Runavíkar Kommuna er vaksin munnandi. Kommunan telur nú 14 bygdir, og um tað stendur til Hans Jacob verður kommunan enn størri:
- Tað skal sjálvandi altíð ein semja frá báðum pørtum um eina kommunusamanlegging, men vit í Runavíkar Kommunu eru heilt vist áhugaðir í, at allur Skálafjørðurin einaferð kann gerast ein kommuna.
Hans Jacob tekur við mitt í einari setu, og tí er slóðin løgd undan honum. Tað eru tó nøkur ávís mál, sum Hans Jacob fegin vil gjøgnumføra, meðan hann situr.
- Nýggjur skúli verður bygdur í Runavík og tað er heilt vist tørvur á tí. Ætlanin er at byggja nýggjan
barnagarð á Skála. Útstykkingar verða eisini gjørdar í flestu bygdunum. Vit mugu vera fyrireikað til tann møguliga vøksturin, sum vit fara at uppliva her á leiðini, sigur Hans Jacob.
Skálafjørðurin náttúrligur miðdepil
Hans Jacob hevur sínar greiðu meiningar um kommunusamanlegging og framtíðar møguleikar fyri økið kring Skálafjørðin.
- Eftir mínum tykki er Skálafjørðurin av náttúrinnar hond miðdepilin í Føroyum. Um kommunurnar kunnu samstarvað og harvið standa sterkar saman, fer økið heilt vist at mennast og verður ein vinnuligur og sosialur miðdepil.
- Kanska kommununar kring fjørðin hava nýtt ov nógva tíð at kappast sínámillum og tí ikki hava sæð teir stóru møguleikarnar, sum vit hava her. Vit eiga heldur at standa saman, so at vit kunnu standa sterkari sum ein eind, sigur Hans Jacob.
Spurdur, um navnið á kommununi endiliga skal vera Runavíkar Kommuna, um aðrar koma uppí, svarar Hans Jacob:
- Nei, tað er als ikki neyðugt. Orsøkin til, at hon enn eitur Runavíkar Kommuna, er, at vit sleppa undan at broyta navn fleiri ferðir. Tá ið fleiri kommunur eru lagstar afturat, fara vit at finna eitt felags navn. Tað verður kanska Fjarðar Kommuna ella okkurt tílíkt.
Undirsjóvartunnil til Havnar fyri durum
Nógv verður prátað um ein undirsjóvartunnil frá Skálafjørðinum til Havnar. Tað tykist, sum at tunnilin verður veruleiki, og onkur hevur nevnt 2012 sum árið, tá ið tunnilin verður liðugur.
- Vit trúgva uppá, at tunnilin kemur, og vit fyrireika okkum uppá tað. Vit kunnu vænta okkum eitt størri trýst á grundøkini, og tí mugu vit fyrireika útstykkingar. Vit hava longu nú fingið fyrispurningar frá havnafólki og aðrastaðni frá um grundstykki, sigur Hans Jacob.
Tað er ein spennandi tíð hjá Runavíkar Kommunu, og Hans Jacob fær sítt at síggja til. Hann stúrir tó ikki fyri at fara í holt við arbeiðið.
- Fólkið við Skálafjørðin er so avbalanserað, og tað er eingin, sum kemur við keðiligum viðmerkingum, hóast sessurin sjálvandi er heitur. So hóast tað er nógv trýst á einum, og ábyrgdin er stór, so taka vit við áræði móti avbjóðingini, sigur blíði lambamaðurin at enda.