1. mars fekk Kvinna nýggjan blaðstjóra. Nýggi blaðstjórin er 36 ára gamla Tóra Effersøe Mortensen av Tvøroyri.
Tóra hevur seinastu 10 árini starvast í størsta danska blaðhúsinum innan magasinir og vikubløð, Aller Media. Seinastu árini hevur Tóra verið leiðandi redaktørur á vældámdu bløðunum Isabellas, Mad & Bolig og Spis Bedre. Frammanundan var hon leiðandi redaktørur á Vi Unge, Bazar og Kig Ind, umframt at hon hevur starvast á vikublaðnum Søndag. Tóra er útbúgvin journalistur frá Danmarks Medie- og Journalisthøjskole.
Í Góðan morgun Føroyar í morgun segði Tóra Effersøe Mortensen, at umframt at lesarin framyvir skal spæla ein størri leiklut í blaðnum og at hon fer at leggja størri dent á tað grøna økið, so vil hon eisini fegin provokera føroyska dunnuhylin.
- Eg vil gjarna provokera dunnuhylin eitt sindur, og vónandi kann tað síggjast aftur í innihaldinum í blaðnum. Tað snýr seg um familjubondini og hetta her við at vera eitt sindur bangin fyri, hvør meinar hvat um hvat. Tó skal hetta gerast, uttan at tað verður keðiligt, men heldur spennandi og fjølbroytt, segði Tóra E. Mortensen í GMF.










