Nýggi bispurin er eisini kvinna

Hon tekur við embætinum hin 1. desember í ár, men sjálv bispavígslan er útsett, til mett verður, at traditionella hátíðarhaldið kann verða.

 

Grønland hevur fingið nýggjan bisp. Tað er 43 ára gamla, Paneeraq Siegstad Munk úr Attu, sum er vald at taka sær av embætinum. Tá bispaval var í Grønlandi hin 2. september í ár, fekk hon flestar atkvøður. Síðan 1995 hevur Sofie Petersen verið bispur í Grønlandi.

Sambært Sermitsiaq gjørdist Paneeraq Siegstad Munk bachelor í teologi í 2001, og í 2017 gjørdist hon kandidatur í teologi á Keypmannahavnar Universiteti. Men, tað var longu í 2004, at hon fór í prestagerningin, sum tað verður rópt. Tá gjørdi hon av at taka ein steðg í kandidatlesnaðinum.

Síðan hon gjørdist prestur í 2004, hevur hon verið prestur í ymiskum bygdum í Grønlandi, og síðan 2017 hevur hon verið próstur í Provsteqarfik Kujataa. Paneeraq Siegstad Munk tekur við embætinum sum bispur í Grønlandi hin 1. desember í ár, men sjálv bispavígslan er útsett, til mett verður, at traditionella hátíðarhadið kann verða.