Nýggi barnagarðurin í Kvívík liðugur í mars 2010

Í januar 2009 varð byrjað at byggja nýggjan barnagarð, vøggustovu og frítíðarskúla í Kvívik. Arbeiðið hevur gingið heilt væl, mett verður at alt verður liðugt í mars 2010. Tað er GAJ-Smíð, sum stendur fyri byggingini.

Tað verður rúmsátt í nýggja barnagarðinum í Kvívík, samlaða gólvvíddin fer at liggja um 1400 fermetrar, sigur borgarstjórin Dánjal Petur Múller, pláss verður fyri 98 børnum. Í dag eru 60 børn í barnaansing í Kvívikar kommunu.

Barnagarðurin er mettur at kosta 23 mill. kr., borgarstjórin sigur, at kommunan hevur 7 milliónir tøkar til byggingina, restupphæddin - 16 milliónir verður lán. Skattainntøkan hjá kommununi liggur um 18 milliónir.

Fólkatalið í Kvívikar kommunu er ikki økt tey seinastu árini, í januar 2006 búðu 607 fólk í kommununi, í dag er fólkatalið 589. Men borgarstjórin væntar, at fólkatalið aftur fer at økjast, kommunan hevur nýliga boðið 22 grundstykkir út í nýggjari útstykking í Leynum.