Nýggi B71 venjarin er úr London

Richard Goffe verður venjari hjá B71 tvey tey næstu árini

B71 boðar í morgun frá, at felagið hevur sett nýggjan venjara:

 

 

Eftir drúgva leitan og nógvar samrøður, so hava vit loksins funnið nýggja høvuðsvenjaran í fótbólti hjá felagnum.

Richard Goffe verður 38 ára gamal fyrst í januar og er breti, upprunaliga úr London, men hevur seinastu tvey árini búð og arbeitt í Vestmannaoyggjunum í Íslandi, har hann hevur starvast sum venjari hjá íslendska felagnum ÍBV, umframt at hava drúgvar royndir sum fótbóltsvenjari í navnfræmum enskum feløgum sum Reading og QPR.

Sáttmálin bleiv undirskrivaður í gjárkvøldið og er galdandi fyri komandi tvey árini.

VIt í Sandoyar Ítróttarfelag B71 fara at ynskja Richardi allarbestu eydnu í starvinum og vit gleða okkum til eitt gevandi og spennandi samstarv fyri framman.