Arbeiðið við at dagføra føroysku vinnulóggávuna hevur verið ávegis í eina tíð. Endamálið við hesum arbeiði er at tryggja, at føroysk vinnulóggáva fylgir teimum standardum, sum eru galdandi í londunum kring okkum.
Saman við einum arbeiðsbólki undir Erhvervs- og Selskabsstyrelsen, hevur Vinnumálaráðið staðið fyri hesum arbeiði, og nú er hetta komið somikið væl ávegis, at uppskot um dagføringar nú er sent vinnuni til hoyringar.
Tað, sum er er sent til horyingar, fevnir um ársroknskaparlógina, parta- og smápartafelagslógina, lógina um vinnurekandi grunnar og lógina um vinnurekandi virksemi. Allar vórðu hesar lógirnar settar í gildi eftir danskari fyrimynd í 1993. Síðani eru tó fleiri dagføringar gjørdar í Danmark, uttan at hetta tó er gjørt í Føroyum.