Nú gevast hesir kúllarnir

Sjónvarpsrøðin Mythbusters fer nú í søguna

Í 14 ár hava teir framleitt 248 partar av sjónvarpsrøðin Mythbuters, har teir hava gjørt ymiskar vísindaligar royndir fyri at vita, um ymiskir pástandir passa. Teir hava samanlagt gjørt 2.950 royndir, verður sagt. Teir eitt nú kannað, um fílar veruliga ræðast mýs og líknandi stuttligar og álvarsamar royndir.

Nú hava Adam Savage og Jamie Hyneman, sum hava verið vertir í undirhaldandi og læruríku sjónvarpsrøðini, sett puntum fyri røðina.

Seinasti parturin er nú sýndur á Discovery rásini, sum hevur verið heimstað hjá Mythbusters.