Ein maður var so ónøgdur við tænastuna, hann fekk frá einum hýrivognsførara í Havn, at hann hevndi seg Í nátt hevur løgreglan aftur havt vitjan av einum av føstu viðskiftafólkunum.
Hesuferð var maðurin tikin á midnátt, tí hann hevði gjørt seg inn á ein hýruvogn.
Maðurin hevði ætlað sær at leiga bilin ein túr, men hýrivognsførarin metti ikki, at hann var skikkaður at fáa í bilin og vísti honum frá sær.
Hetta hóvaði ikki manninum og tá ið hann eina løtu seinni kom framvið hýrivogninum aftur, gjørdi hann ikki mætari enn at lamma eina fløsku inn ígjøgnum rútin.
Løgreglan kom á staðið og tók mannin við sær á støðina og har mátti hann so sova rúsin av sær í nátt.
Løgreglan sigur, at hann verður nú skuldsettur fyri herverk.
Annars hevur verið rættiliga friðarligt í Havn í nátt, onkrir smábardagar og annað smáttarí, men tað slepst sjálvdan undan eitt vikuskiftið í Havn, so samanumtikið gekk tað hóvliga fyri seg í nátt, sigur løgreglan.