Venjarin hjá TB/FCS/Royn, skotski Maurice Ross, er ikki væl nøgdur við dømingina eftir 2-2-javnleikin á Skála í gjár, har lið hansara fekk tveir mans vístar av vølli.
- Eg havi verið við í fótbólti síðani eg var níggju ára gamal, fulltíðar fótbóltsfeløgum, og eg haldi tað eru nakrar nýggjar reglur, sum eg ikki skilji, ella sum eg ongantíð havi hoyrt um, sigur hann í samrøðu við kvf.fo.
Hann hevur fyrr í ár funnist at gulu kortunum, sum verða givin fyri áhaldandi at fremja brot á fótbóltslógina – í fótbóltsmáli betur kent sum at gera ov nógv fríspørk.
- Hetta er aðruferð í ár, at ein av mínum spælarum fær gult kort fyri áhaldandi brot, har tað ikki var hann, ið áhaldandi framdi brotini. Tað hevur faktiskt verið sagt “tú ert tann óhepni”, sigur Maurice Ross víðari í samrøðuni við kvf.fo.
Hann finst at, at tað tykist tilvildarligt hvør leikari verður offur fyri at liðið hevur gjørt ov nógv fríspørk, og hann skjýtur upp, at Fótbóltssamband Føroya greiðir feløgunum nágreiniliga frá hesi relguni.