Nøgdur komponistur

Páll Sólstein, ið leikar horn í Aldubáruni og í Kongaliga Kapelorkestrinum, hevur gjørt løgini í fyrru helvt av konsertini. Vit fingu orð á Páll Sólstein, meðan hann stóð við pallin og pakkaði niður.

Hann var sera væl nøgdur við konsertferðina. Á ferðini spældi Aldubáran millum annað í danska mentanarhúsinum í Oslo, Ljusbo. Har vóru fleiri føroyingar savnaðir, og konsertin gjørdist sera inniligt. Fleiri av áskoðarunum vórðu so rørdir av framførsluni, at teir grótu. Eisini konsertin í Århus á spælistaðnum Karavanen var sera intim og lítil.
 
Páll segði, at tað var øgiliga stuttligt at sleppa at ferðast við egnum tónleiki. Men at hann prísaði seg lukkuligan, at hann ikki skuldi spæla aftan á Hanus. Eg haldi at míni løg eru nógv meira merkt av klassiskum tónleiki. Eg skrivaði øll løgini á klaver, tí er klaverið nokkso dominerandi í ljóðmyndini. Men eisini fleiri av hinum ljóðførunum fáa gott pláss, t.d. fleiri av yngru tónleikarunum. Hetta at arbeiða við teimum ungu tónleikarunum, gevur mær ótrúligan íblástur sigur Páll frá.