Nøgdsemi
Á sama hátt sum býráðið í Havn læt gera eina nøgdsemiskanning av barnaansingini í kommununi, skal nú eisini ein kanning gerast av barnaansingarstovnunum í Klaksvík.
Tað samtykti býráððið á fundi týskvøldið.
Hvør stovnur skal finna 10.000 krónur til kanningina av fíggjarætlan síni.
Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík ætlar at forða fyri, at stovnarnir verða settir upp móti hvør øðrum, tá ið kanningin er av.
- Tað er ógvuliga keðiligt, um foreldur fara at frávelja ein stovn út frá kanningini, tí stovnurin kann vera góður, um aðrir stovnar fáa betri viðmæli. Heldur skal kanningin brúkast sum eitt hent amboð, so peikast kann á, hvat kann gerast betur, sigur Gunvá við Keldu.