Nøgdir á hvør sín hátt

Hans Pauli Samuelsen og Kenneth Jacobsen hjá B36 vóru báðir nøgdir eftir dystin í gjár, men á hvør sín hátt


 
Kenneth Jacobsen hjá B36 var væl nøgdur við leikliga avrikið hjá B36 á vøllinum í gjár.
- Eg eri væl nøgdur við okkara spæl sum heild. Men vit hava trupult við at fáa bóltin inn, og fáa onki mál. Teir verja væl og fáa eisini kreditt fyri tað, segði høgri bakkurin hjá B36 eftir dystin.
 
Lakasta avrikið í ár
Hinvegin er einsamalli málskjúttin hjá EB/Streymi langt frá nøgdur við teirra avrik.
- Nei, vit spæla als ikki gott, og tað er ikki langt frá, at hetta er nakað av tí vánaligasta, vit hava spælt í ár. Tó haldi eg, at vit kempa væl allan dystin, og tað er øgiliga týdningarmikið, at vit ikki fáa mál í móti okkum.
- Í fyrra hálvleiki kundu vit eisini fingið meiri enn tað eina málið, men nú eru vit altso á odda 1-0 til seinna dystin, har vit kunnu liggja og satsa upp á kontra, sigur Hans Pauli Samuelsen hjá EB/Streymi.
Um trýstið frá B36 verður eins nógv í tí dystinum, vita vit ikki sum støðan er nú, men sambært Kenneth Jacobsen, so kunnu teir í EB/Streymi gott rokna við hesum.
- Seinnu hálvfinaluna skulu vit hava. Vit fara at koyra upp á sama máta, tí í dag vantaðu bara málini og tey ætla vit at fáa komandi mikudag, sigur Kenneth Jacobsen hjá B36.