Nøgdin av spritti vaksin 1.400%

Innflutta nøgdin av nýtsluspritti vaks 1.400% frá mars til juni í ár, sammett við sama tíðarskeið í fjør.

Koronufarstóttin ávirkar eisini, hvat vit innflyta. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari. Nøgdin av nýtsluspritti vaks 1.400% frá mars til juni í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør og innflutningsvirðið vaks 1.700%. Nøgdin av máling vaks 20% hetta sama tíðarskeiðið.

Fyrra hálvár vaks innflutningurin annars 6% samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tald við, so er talan um vøkstur uppá 1%.

Munandi meira varð innflutt av rávøru til fiskavirking fyrra hálvár í ár í mun til í fjør - góðar 230 mió. kr. í ár móti 100 mió. kr. í fjør.

Innflutningurin av tilfari til aðra framleiðslu er eisini vaksin í ár. Vøksturin er 127 mió. kr. ella 15%.

Oljuinnflutningurin er hinvegin minkaður bæði í nøgd og virði. Nøgdin er minkað 20% og virðið er minkað góð 40%