Tríggjar grundleggjandi hugburðs- og strukturbroytingar kunnu gera Føroyar betri at liva og virka í.
1. Persónligt frælsi
Fyri at menniskju skulu trívast, má rúmd vera fyri ymiskleika. Vit mugu innsíggja, at øll menniskju eiga at verða javnt stillað. Øll hava krav á persónligum frælsi og eiga rættin at vera tann, tey eru, og ráða yvir egnum lívi, tó uttan at gera seg inn á onnur. Hetta byrjar við, at vit sum samfelag og ikki minst vit politikkarar læra at seta okkara egna sannleika, trúgv og fordómar til síðis. Tað er ikki fyrr enn tá, at vit kunnu byrja at føra veruliga rættvísan politikk, ið gevur veruligan javnrætt fyri øll. Óansæð um tú ert samkyndur og ynskir at gifta teg og fáa børn. Um tú ert kvinna ella maður, ungur ella gamal. Óansæð húðarlit, trúgv ella lívsstíl.
2. Fíggjarligt frælsi
Tínar ognir eru tínar ognir, og eingin hevur rætt at taka tær frá tær. Heldur ikki landið. Tó, um tú samtykkir at liva og virka í einum landi, samtykkir tú eisini nakrar treytir fyri at kunna tað. Millum annað nøkur ávís gjøld so sum skatt. Tað vil tó ikki siga, at tað er rættvíst, at landið tekur so nógvan pening frá tær, at tú ikki klárar at fáa endarnar at røkka saman. Tínir pengar eru tínir pengar, og tá tú hevur goldið eitt ávíst limagjald fyri at vera borgari í landinum, og sum landinum tørvar fyri at tryggja tær góðar karmar at liva undir, eigur tú restina. Trupulleikin í okkara landi er, at tað, ið landinum tørvar fyri at tryggja hesar karmarnar, er ikki í tráð við tørvin hjá borgaranum. Landið er ov dýrt í drift í mun til skattgjaldandi borgara og vinnu, og hetta gevur ikki meining. Tá umsiting og eftirlit ikki samsvara við inntøkuna, merkir tað, at okkurt í bygnaðinum er galið, og at skipanin má umskipast. Eitt nú kunnu vit fáa nógv meira burturúr einari reformeraðari fiskivinnu, skapa inntøkur til landskassan umvegis nýggjar, innovativar vinnur, og umleggingar frá almennum til privat høvdu givið okkum bæði sparingar á fíggjarlógini og privatan vinnuligan vøkstur.
3. Vinnuligt frælsi
Treytin fyri einum dynamiskum samfelag við breiðum útboði er, at fólkið í landinum fær betri møguleikar at byggja sítt egna upp. Eitt er, at vit mugu syrgja fyri, at ein nógv størri partur av vinnuni verður lagdur á privatar hendur, og at tað verður lættari hjá privatu vinnuni at fóta sær, men íverksetanarhugurin hjá einstaklinginum má eisini eggjast. Tað almenna skal styrkja um møguleikarnar hjá einstaklingum at byggja upp nýtt, privat vinnulív. Tí tað er privata vinnan, ið er nýskapandi og skapar dynamikk, kappingarføri og vøkstur. Leggja vit ov stórt trýst á privat vinnurekandi, køva vit kreativa hugin, og dynamikkurin flytir seg aðrastaðni, har tað er pláss fyri honum.
Vøran Føroyar
Fær kundin eina góða vøru, er hann nøgdur og trívist væl við henni. Hann selir vøruna víðari av sær sjálvum við at fortelja vinum sínum um hana. Við persónligum frælsi, ið gevur fólki rúmd av vera tey sjálvi, fíggjarligum frælsi, ið gevur fólki loyvi at ráða yvir síni egnu inntøku, og vinnuligum frælsi, ið skapar betri útboð av tænastum, kunnu vit gera føroyska borgaran betri nøgdan við vøruna Føroyar. Vit skulu ikki gloyma altíð at arbeiða miðvíst við teimum økjunum, ið geva Føroyum nýggjar kundar, men áðrenn vit kunnu geva øðrum hug at koma hendanveg, mugu vit sjálvi hava hug at vera her.