TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tær fýra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi á Rás2 aftaná føroyska kvinnufótbóltslandsliðið á Tórsvølli hevði tapt 0-4 ímóti Slovenia í HM-undankappingini.
Á ljóðfíluni hoyrast samrøður við hesi:
1) Rannvá B. Andreasen, liðskipari
2) Pætur S. Clementsen, venjari
3) Ásla Johannesen, spælari
4) Liljan av Fløtum, viðmerkjari hjá Rás2
Gjøgnumgangandi fyri øll fýra er, at tey halda, at Føroyar taptu ov nógv ímóti Slovenia í kvøld. Leikliga er nøgdsemi stórt um serliga seinna hálvleik. Glottar vóru og liðið kom til málmøguleikar, men tað telur niður, at føroyska liðið ikki megnaði at umseta málmøguleikarnar til mál.