Í morgun hava Kári á Høvdanum, Pauli Ø. Mohr og Mona Simonsen svomið til EM í stuttgeil í Istanbul.
Hjá Kára á Høvdanum gekk ikki eftir vil í 50 metra ryggsvimjing.
Hann var eitt sekund frá síni bestu tí, og í løtuni verður umhugsað, um tað loysir seg hjá honum at svimja 100 metrar rygg í morgin.
Hetta verður upplýst úr Istanbul.
Pauli Øssursson Mohr svam 100 metrar frí, sum hann skuldi, men megnaði kortini ikki at raka sína bestu tíð.
Mona Simonsen svam 800 metrar frí. Hon hevur verið sjúk upp til kappingina, men fyrsta strekkið merkti hetta ikki svimjingina hjá henni.
Úr Istanbul verður somuleiðis upplýst, at Mona endaði í einum skjótum riðli og royndi at fylgja við hinum, men tá nakrir hundrað metrar vóru eftir var ikki so nógv orka eftir, og tí svam hon næstan 10 sekund frá síni bestu tíð.
Hóast heldur laka úrslitið er lagið framvegis gott í ferðalagnum í Istanbul.
Í morgun klokkan 15 føroyska tíð, og kappingin verður víst beinleiðis á Svimjing.com/live