Nøgd við festivalin

Seinasta leygardag skipaði Bátafelagið á Toftum saman við stuðulsnevndini hjá B68 fyri bátafestivali á Toftum

Festivalur

Um 14.30-tíðina seinasta leygardag stevndu útvið 30 bátar við nýggja trolbátinum, Hansu Mariu, á odda móti Oyrunum á Toftum, meðan Nes sóknar hornorkestur spældi.
Tá ið bátarnir høvdu lagt til bryggju, fingu manningarnar súpan og annað, sum borðreitt varð við í matstovuni á virkinum hjá Føroya Fiskavirking.
Ymiskt var á skránni til henda fyrsta bátafestivalin, sum hevur verið á Toftum, eitt nú hoppiborg, el-bilar, boogy og go-cart, bamsu-tombola, pylsusøla, breyðsøla, søluframsýning, málningaframsýning, uppboðssøla av málningum, fótbóltur, felagssangur og dansur.
Í tjaldinum spældu ungar lokalar kreftir fyri teimum ungu, sum hugnaðu sær óført og í hølunum hjá Fiskamarknaði Føroya spældi country orkestur úr Havn.
Eftir at bátarnir høvdu lagt til bryggju varð eisini skipað fyri bjargingarroynd út fyri bygdini, har Brimil og tyrlan hjá Atlantsflogi luttóku.
Veðrið til bátafestivalin eydnaðist ikki so væl, sum ynskiligt var. Hann var høgur í ættini við frískum loti, og tað ælaði inn ímillum.
Høgni W. Høgnesen, sum var ein av stigtakarunum til Bátafelagið á Toftum ? og sum hevur verið "primus-motorur" aftanfyri festivalin, sigur, at tey eru væl nøgd við hetta fyrsta tiltakið av sínum slagi á Toftum.
- Hóast veðrið ikki royndist av tí besta, var væl av fólki á stevnuøkinum ? og um náttina var góður dansur, har bæði ung og tilkomin hugnaðu sær, sigur Høgni W. Høgnesen.