Á dómaraseðlinum er eisini nakrar heldur óvanligar viðmerkingar at síggja. Umframt vanligu viðmerkingina um, at frágreiðing um reyða kortið verður send, stendur eisini at lesa, at frágreiðing kemur um venjaran hjá kollfirðingum.
Men kollfirðingar ætla nú ikki at lata hetta fara ótalað framvið. Niðast á dómaraseðlinum er nevnliga eisini viðmerking frá KÍF, har teir skrivað, at frágreiðing um dømingina eisini verður send.
Hvør avleiðingin av hesum verður, er ilt at siga. Men í besta føri kann KÍF helst vóna, at teirra skriv her tænir sum svarskriv til tað, ið dómararnir føra fram um atburðin á beinkinum. Fyrr í hesum kappingarárinum varð staðfest, at tað fyrst og fremst er frágreiðing dómarans, sum skal liggja sum grund undir støðutakan hjá Kappingarnevndini, men í sama viðfangi varð eisini staðfest, at ákærdir partar eiga at hava hoyringsrætt.