Enskir miðlar skriva, at Liverpool nú vil hava eina sponsor-avtalu, sum er eins stór, sum tann, ið í Manchester United júst hevur skrivað undir við tryggingarrisan, Aon. Tann avtalan sigst geva ensku meistarunum á leið 700 milliónir næstu fýra árini, og nú krevur Liverpool, at Carlsberg skal rinda eins nógv, um teir framhaldandi vilja prýað búnarnar hjá felagnum. Mett verður, at verandi avtalan gevur Liverpool á leið 60 milliónir krónur um árið.