Næststørsti partaeigarin í Arsenal, Alisher Usmanov, er í øðini inn á leiðsluna í felagnum, nú tað er greitt, at Robin van Persie ikki heldur fram í felagnum.
Alisher Usmanov, sum eigur áleið ein triðing av partabrøvunum í Arsenal, hevur sent felagnum eitt hvassorðað bræv.
«Enn eina ferð standa vit til at missa ein av okkara stjørnuspælarum, tí vit ikki kunnu vissa honum um okkara evni at vinna steyp og heiti, skrivar ein óður Alisher Usmanov, sambært BBC.
Alisher Usmanov eigur 29 prosent í felagnum, meðan amerikanarin, Stan Kroenke, eigur 64 prosent.
«Hvussu kunnu vit tryggja okkum at hetta ikki hendir aftur, spyr Alisher Usmanov víðari.
Hann er ónøgdur við stjóran í felganum, Ivan Gazidis, sum hann ákærir fyri at smyrja ov tjúkt upp á, tá leiðslan vísur til háttin sum felagið verður rikið upp á sum burðardygt.
«Hesin politikkurin ger, at vit missa okkara bestu leikarar og mangan til kappingarneytar. Hetta fær leikarar at ivast í síni støðu í felagnum og um málini hjá felagnum, skrivar Alisher Usmanov víðari.
Stan Kroenke, sum at kalla aldrin tosar alment og tí verður róptur Silent Stan, royndi í fjør at keypa Alisher Usmanoc út úr felagnum, men 58-ára gamli Alisher Usmanov noktaði at selja.
«Støðan við Robin van Persie lýsur væl hvat tað er, sum fer fram. Vit kunnu ikki bjóða somu upphæddir sum feløgini, ið royna at fáa okkara leikarar, skrivar Alisher Usmanov.
Robin van Persie hevur eitt ár eftir á sáttmálanum, men hevur alment boðað frá, at hann ikki er sinnaður at leingja við Arsenal. 28-ára gamli Robin van Persie skjeyt 41 mál í 53 dystum fyri Arsenal í fjør. Bretskir fjølmiðlar seta Manchester feløgini og Juventus í samband við framherjan.
Seinast Arsenal vann eitt steyp var í 2005, tá teir vunnu FA Cup.