John Eysturoy í Havn hevur mangan talað sak sjúklinganna, og hann hevur greiða hugsan um ætlanina at leggja tey trý sjúkrahúsini saman í Sjúkrahúsverk Føroya.
- Øll trý sjúkrahúsini skulu vera, har tey eru, og tey smærru sjúkrahúsini mugu ikki avfólkast , tí trygdin bæði hjá norðoyingum og suðuroyingum má ikki versna, sigur John Eysturoy.
Hann er greiður yvir, at tað snýr seg um sparing, men pengar høvdu verið at spart, um bara ein leiðsla var.
- Tað er ikki neyðugt at hava tríggjar stjórar, og pengarnir, sum har eru at spara, skulu brúkast til at útbyggja sjúkrahúsini og annars sjúklingunum ti frama, sigur John Eysturoy.










